Um Wenzel

Vælkomin til P/F Wenzel

Hjá PF Wenzel eru vit greið yvir virðið, sum kundin hevur fyri okkara fyritøku.

Vit arbeiða fyri, at geva viðskiftafólki okkara, eina dygdargóða tænastu á høgum støði.

Vit hava fólk við røttu førleikunum - vit hava bæði útbúgvingarligar og persónligar førleikar - soleiðis at vit fáa loyst okkara uppgávur á besta hátt.

Í dag arbeiða 22 fólk hjá P/F Wenzel, og fleiri teirra, hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

Vit dagføra okkum støðugt við tí nýggjasta í bilheiminum, soleiðis at starvsfólk okkara, eru fakliga væl fyri.